Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sambandsflokkurin: Suðuroyartunnilin skal fíggjast av blokkinum

Flokkurin hevur lagt uppskot fyri Tingið, soleiðis at ætlaða blokkniðurlagingin komandi árini verður sett av sum eginfígging í P/F Suðuroyartunnil, heldur enn at senda pengarnar av landinum aftur

Stendur tað til Sambandsflokkin, so skal blokkstuðul úr Danmark fíggja Suðuroyartunnilin.

Flokkurin hevur tí lagt uppskot fyri Løgtingið, soleiðis at ætlaða blokkniðurlagingin hjá samgonguni komandi árini heldur verður sett av til eginfígging í P/F Suðuroyartunnil, heldur enn at senda pengarnar av landinum aftur.

– Fram til 2032 gevur ætlaða niðurlagingin av ríkisveitingini 850 milliónir krónur, og hevði hendan upphæddin verðið ein munagóð byrjan til at fremja byggiverkætlanina, og harvið byrjanin uppá at knýta Suðuroynna í meginøkið, skrivar Sambandsflokkurin á sínum Facebook-vanga.

Sambandsflokkurin metir, at tá fast vegasamband verður til Sandoynna á jólum, so letur hetta samstundis upp fyri nýggjum møguleikum fyri vøkstri og menning.

– Ein týðandi fortreyt fyri áhaldandi at menna Føroyar er, at vit framhaldandi gera íløgur í undirstøðukervið – við tí fyri eyga at betra um sambandið millum oyggjarnar, og harvið lætta um gerandisdagin hjá føroyingum og vinnuni.

– Suðuroyartunnilin er næsta stóra byggiverkætlanin, ið liggur fyri framman. Tørvur verður á stórari íløgu, og tískil er tað av alstórum týdningi, at gjørdur verður hóskandi fíggingarleistur – annars verður verkætlanin av ongum, skrivar Sambandsflokkurin.