Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vinnuhúsið sett Páll Holm Johannesen í starv

Hansara starv fevnir millum annað um at gera greiningar og kanningar av týdningi fyri samfelagið og føroyskt vinnulív

Vinnuhúsið sett Páll Holm Johannesen í starv at gera greiningar og kanningar av týdningi fyri samfelagið og føroyskt vinnulív.

Eisini skal Páll leiða og luttaka í verkætlanum í Vinnuhúsinum, umframt at ráðgeva og loysa ymiskar uppgávur innan samskifti

Páll hevur útbúgving sum samfelagsfrøðingur, og hevur seinastu tíggju árini arbeitt á Løgmansskrivstovuni sum kunningarráðgevi og uttanríkispolitiskur ráðgevi.

Páll Holm Johannesen er føddur í 1980. Hann hevur lokið BA-prógv í stjórnmálafrøði og MA-prógv í Evropavísund.

Í 2005 var Páll í starvsvenjing á føroysku ES-sendistovuni í Brussel, og hann hevur eisini roynt seg sum tíðindamann á Sosialinum og Kringvarpi Føroya.