Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Arbeiða nú við nýggjari prísskipan – útlendingar skulu framvegis gjalda meira

Fyrra ætlanin hjá Dennis Holm, landsstýrismann i samferðslumálum, er nú skrottað. Semja skal nú gerast um nýggja prísskipan hjá Strandferðsluni

Tað skuldi verða meira fyri minni, tá landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Dennis Holm, legði fram ætlanirnar um nýggju prísskipanina hjá Strandferðsluni hósdagin í farnu viku.

Fundast hevur verið millum oddafólkini í samgonguni í gjár og aftur í dag, har niðurstøðan er, at tað skal gerast ein avsláttarskipan í gildi, soleiðis at tey, sum ferðast nógv, kunnu tekna seg til eina avsláttarskipan, meðan tað fer ikki at loysa seg at melda seg til hesa avsláttarskipan, um fólk ikki ofta ferðast við Strandferðsluni.

Hildið verður framvegis fast við, at útlendingar skulu rinda meira fyri at ferðast við Strandferðsluni, veit Kringvarpið at siga.

Avrátt er, at ein nýggjur prísleistur skal gerast, har ein høvuðstættur er, at tað skal verða bíligari at ferðast hjá oyggjafólki og teimum, sum javnan ferðast við Strandferðsluni, umframt at aðrir tættir í prísuppskotinum skal eisini viðgerast av nýggjum.

Tá ið politiska arbeiðið er liðugt, verður ein nýggj prísskipan løgd fram, skilir FM1 á lagnum.

Tað var eftir stóra ónøgd frá løgtingsfólki – og serliga frá Karlot Hergeirsson, tingmanni úr Framsókn, sum hevði ætlan at leggja uppskot um misálit fram á Dennis Holm fríggjadagin, men sum varð steðgað í síðstu løtu, eftir at vissa varð veitt fyri, at hyggjast skuldi eftir hesari prísskipanina av nýggjum, so er í dag greitt, at talan nú verður um eina aðra prísskipan, sum verður sett í gildi eftir ársskiftið – heldur enn tann prísskipanin, sum varð løgd fram í síðstu viku.