Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Trý ár við burðardyggum skipaflutningi

Hiddenfjord hevur spart stívliga 200.000 tons av CO2

Í dag hátíðarheldur Hiddenfjord sína slóðbrótandi avgerð um at útflyta allan laks sjóvegis. Átakið hevur spart heiminum 200.000 tons av CO2 seinastu trý árini. Hiddenfjord hevur lagt seg eftir at skerja CO2-útlátið. Skiftið frá loft- til sjóflutning hevur skert samlaða útlátið hjá felagnum meira enn ein helming.

Fyri at seta hetta roysnið í samanhang samsvara 200.000 spard tons av CO2 við útlátið frá brennievnisnýtsluni á øllum akførum og húsarhaldum í Føroyum í 2022*.

Hiddenfjord er fyrsta og einasta felag í alivinnuni at steðga øllum útflutningi loftvegis. Hetta varð gjørt hóast stóra vandan fyri, at laksamarknaðirnir í Asia og USA, ið vanliga rinda høgan prís fyri laks, fóru fyri skeytið.

“At flyta mat loftvegis er snøgt sagt óetiskt,” sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord.

Atli fekk íblástur til at taka endaligu avgerðina eftir ein fyrilestur um veðurlagsbroytingar, nevndur “At gera mun”, sum tónleikarin og aktivisturin Bob Geldof helt í Føroyum.

“Geldof helt fyri, at ganga og grunda ov leingi um fyrimunir og vansar í einum tiltaki fær einki at henda. Far til verka! Alt verður greiðari, og tú fert at brúka alla orkuna til at finna loysnir og at náa tínum málum,” sigur Atli.

So skjótt avgerðin um at steðga øllum loftvegis flutningi var tikin, fór Hiddenfjord undir at kanna møguleikarnar at senda laksin sjóvegis til USA. Ein heilt serstøk framleiðslu- og køliskipan varð ment. Hiddenfjord eydnaðist at varðveita góðskuna á laksinum, sum øll vilja hava, og longdi harumframt haldførið hjá feska laksinum.        

Keyparar í USA vóru ivasamir, men tóku av heilum huga undir við skiftinum til sjóflutning, og skarin av keyparum er vaksin nógv. Í Evropa hava keyparar havt gagn av hesi góðskumenning og longda haldførinum. Tey hava treytaleyst viðurkent laks frá Hiddenfjord sum tann besta. Asia-marknaðin røkkur Hiddenfjord ikki, tí longda flutningstíðin er ov long til feskan laks.

Les eisini...  Skal kanna hvar fóðurrestir frá aling enda

Sí stuttfilm um Hiddenfjord tiltakið her.

Um Hiddenfjord
Hiddenfjord er familjufyritøka, sum hevur sínar røtur aftur í 1887. Tað loyvir okkum at hava hugsjónarlig atlit á burðardygd uttan tað alsama trýstið frá partaeigarum at framleiða við stutttíðar vinningi í huga. Meiri kunning um burðardygd hjá Hiddenfjord er í Frágreiðing um burðardygd.

*Sambært tølum frá Hagstovu Føroya

Atli og Regin Gregersen frá Hiddenfjord (Mynd: Polar Films)