Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Niðurlendingur verður dómari

UEFA hevur kunngjørt, hvør verður dómari í landsdystinum millum Føroyar og Pólland hóskvøldið

Føroyar og Pólland skulu spæla landsdyst hóskvøldið. Liðini møttust fyri gott og væl einum mánað síðan, sum Pólland vann 2-0.

Men undan landsdystinum millum liðini bæði á Tórsvølli, so er greitt, at Pólland hevur fingið ein nýggjan landsliðsvenjara, Michal Probier, og dysturin móti Føroyum verður hansara fyrsti sum A-landsliðsvenjari hjá Póllandi, eftir at Fernando Santos varð koyrdur eftir 2-0 ósigurin fyri Albania nakrar dagar eftir dystin móti Føroyum í farna mánað.

UEFA hevur nú kunngjørt, hvør skal døma landsdystin, og talan verður 36-ára gamla niðurlendingin Allan Lindout. Linjuverjar verða Rogeir Honig og Patrick Inia, meðan Jannick van der Laan verður fjórði dómari.

Hetta verður annar dysturin, sum hann dømir í hesari EM-undankappingini. Áður hevur hann dømt dystin millum Rumenia og Belarus, sum Rumenia vann 2-1.

Hetta kappingarárið hevur hann dømt fimm dystir í niðurlendsku Eredivisie, og so hevur hann eisini dømt ein Europa League-dyst í heyst, og tað var dysturin millum Olympiakos og Freiburg, sum Freiburg vann 3-2.

Hann hevur dømt í bestu fótbóltsdeildini í Niðurlondum síðan 2015, og hevur verið altjóða dómari síðan 2020.

FM1 sigur frá dystinum millum Føroyar og Pólland hóskvøldið, sum byrjar klokkan 19:45.