Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eingin hálvfinala í annaðkvøld

Hann sigur frá keðiligum veðri, so seinna hálvfinalan millum B68 og EB/Streym er útsett í tvær vikur

Tá FM1 segði frá fyrru hálvfinaluni millum EB/Streym og B68 í kappingini um Løgmanssteypið tann 28. juni í ár, so endaði frásøgumaðurin hjá FM1 hendan dagin, Rúni á Reynatrøð, sína frásøgn við at siga soleiðis.

– Ja, spennandi verður hvussu seinna hálvfinalan verður millum hesi bæði liðini, sum verður um ca eitt hálvt ár.

Nú er greitt, sambært FSF, at seinna hálvfinalan millum B68 og EB/Streym er útsett í tvær vikur. Helst er tað veðrið, sum spælir hálvfinaluni eitt puss. Føroyska veðurstovan boðar frá nógvum vindi, og tá plagdi bólturin ikki at uppføra seg eftir vild uppi á Svangaskarði, har okkurt málspark næstan er farið í egið mál eftir útspark.

Nýggja datoið er nú 25. oktober, sum er gott og væl eina viku undan sjálvari finaluni um Løgmanssteypið, sum verður tann 4. november. Liðini spæla eisini landskappingardystir tann 22. oktober og aftur leygardagin 28. oktober, so nú er ikki nógv pláss eftir í kalendaranum, skuldi onkur stormur av landnyrðingi rakt landið.

Undan finaluni er greitt, at annað liðið í finaluni er HB, sum bíðar eftir at fáa vita, hvat mótstøðuliðið verður.