Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Håkan Ericson ávaraði polakkar á tíðindafundinum

Flogfarið við pólsku landsspælaranum lendi fyrrapartin í nógvum vindi. Á tíðindafundinum hjá føroyska landsliðnum fyrrapartin ávaraði Håkan Ericson polakkar um, at tað fór at verða torført hjá útiliðnum at spæla her í Føroyum

– Vit skulu gera tað torført fyri mótstøðuliðið í annaðkvøld, sum ikki hevur sín vanliga leiðara við (Robert Lewandowski, journ.), so tað skulu vit brúka til okkara fyrimun.

Tað segði føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, á tíðindafundinum hjá føroyska landsliðnum, sum varð hildin fyrrapartin.

Tað er eitt kroyst pólskt landslið, sum kom til Føroya fyrrapartin. Liðið liggur nummar fýra í bólki E, men hevur enn møguleika at vinna seg beinleiðis víðari til EM-endaspælið í Týsklandi komandi ár, men so er ikki ráð til at missa fleiri stig.

Tí er sigur eitt krav fyri nýggja pólska landsliðsvenjaran, Michal Probierz, sum er settur í starv av forsetanum í pólska fótbóltssambandinum, eftir at Fernando Santos fekk sekkin.

– Tað er hent nógv umkring pólska landsliðið, ið kanska hevur órógvað liðið nakað, men tað kunnu vit ikki brúka til nakað. Tað kann eisini vera, at aðrir spælarar traðka meira í karakter, nú Lewandowski ikki er við, sigur føroyski landsliðsvenjarin.

– Nýggi venjarin hevur tikið 11 nýggjar spælarar við, so vit ána ikki, hvat vit kunnu vænta okkum ella hvussu pólska liðið fer at spæla, sigur Håkan Ericson.

FM1 hevur fingið at vita, at tað eru umleið 3.000 atgongumerkir seld til dystin í annaðkvøld, har eisini nógv pólsk viðhaldsfólk vera til staðar.

Hoyr samrøðu, sum Rúni á Reynatrøð hevði við Håkan Ericson her:

Soleiðis sá tað út, tá pólsku landsliðsspælararnir komu úr flogfarinum í Vágum: