Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Pólskur tíðindamaður: Vit ána ikki hvat fyri leikskipan Pólland fer at spæla við

Nýggi landsliðsvenjarin hjá Póllandi hevur havt tríggjar venjingar við liðnum, sum skal spæla móti Føroyum í annaðkvøld, men pólsk tíðindafólk ána ikki, hvussu liðið ella leikskipanin fer at síggja út

– Tað eru nógvir spurningar kring pólska liðið, áðrenn dystin í annaðkvøld, og vit ána ikki, hvussu vit fara at spæla.

Tað sigur pólski tíðindamaðurin Kuba Cimoszko, ið arbeiðir fyri pólska netmiðilin, WP Sportowefakty.

Hann greiðir frá fyri FM1, at tað er sera sparsamt við upplýsingum, sum nýggi landsliðsvenjarin, Michal Probierz, er komin við til pólskar miðlar, hvussu hann ætlar at spæla ella hvørjar spælarar, sum nýggi venjarin ætlar at brúka móti Føroyum.

– Men nýggi venjarin er longu ein kroystur venjari, tí hann var avgjørt ikki favoritturin til landsliðsstarvið, eftir at Fernando Santos varð koyrdur til hús – hvørki av miðlunum ella viðhaldsfólkunum, greiðir Kuba frá.

Hann leggur afturat, at venjarin, sum var U21-landsliðsvenjari, áðrenn hann nú gjørdist A-landsliðsvenjari, hevur verið fyri nógvum atfinningum í sínum størvum, ið hann hevur havt áður – bæði í Póllandi, men eisini tá hann var venjari í Grikkalandi hjá Aris FC í 2012.

Týdningurin av Lewandowski
Mong hava víst á, at tað kann fara at gerast truplari fyri pólska landsliðið, at stjørnan yvir teimum øllum, Barcelona-spælarin, Robert Lewandowski, er skaddur og tí ikki fær verið við í Føroyum, men tað heldur pólski tíðindamaðurin ikki.

– Nógv fólk halda, at pólska landsliðið fer at fáa tað truplari, nú hann ikki er við, men tað eru eisini mong, ið halda, at tað fer at hjálpa liðnum, nú Lewandowski ikki er við, tí tað hevur verið so nógv rumbul kring hann á pólska landsliðnum. Vit sóu tað fyri einum mánað síðan, beint áðrenn Pólland skuldi spæla móti Føroyum í Varsjava, at pólska landsliðið fór út at eta, fyri at reinsa luftina, tí tað var keðiligur stemningur í hópinum. Men tað var ikki Lewandowski, sum tók stig til hetta, hóast hann er liðskiparin, sigur Kuba Cimoszko.

Les eisini...  U17-landsliðsvenjarin málleys eftir at Føroyar vunnu bólkin

Hann vísir eisini á, at nýggi landsliðsvenjarin hevur roynt at niðurspæla tað sannroynd, at Lewandowski ikki er við, men vit hava sæð, hvussu stóran týdning Lewandowski hevur á vøllinum, tí nærum øll málini, sum Póllandi hevur skorað, eru skoraði av Lewandowski.