Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tomasz: Pólskir landsliðsvenjarar tapa altíð fyrsta dystin

Tomasz Przybylski sigur, at pólskir landsliðsvenjarar hava tað trupult í teirra fyrsta dysti, sum teir vanliga plaga at tapa, men hann væntar ein javnleik í annaðkvøld

Hann kom til Føroya í 1999 at spæla fótbólt við ÍF, men endaði við at seta sær búgv í Føroyum. Talan er um póllendingin Tomasz Przybylski, sum er pápi hjá Michal (Mihau) Przybylski, sum spælir við B36.

Tomasz spældi eisini við LÍF og B68, men hann gavst at spæla í 2008.

Hann er tulkur fyri pólskar miðlar, sum eru komnir til Føroya í samband við landsdystin í annaðkvøld, men sær seg meira sum føroying nú.

Hann vónar eisini, at sonurin, Michal, skjótt fær føroyskt pass, tí so kann tað fara at gerast enn meira spennandi at fylgja við føroyskum landsliðsfótbólti.

Hann veit frá pólskum miðlum, at tað var ætlanin, at tað fór at vera umleið 400 pólskir áskoðarar til dystin, men tá tað kemur til stykkis, so vera tað heldur umleið 300 pólskir áskoðarar á Tórsvølli.

Tomasz Przybylski vísir á, at pólskir landsliðsvenjarar hava tað trupult í teirra fyrsta dysti, sum teir vanliga plaga at tapa, men hann væntar ein javnleik í annaðkvøld: