Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

René: Vit vita at lið hava tað torført her

Hóast Robert Lewandowski ikki er við vegna skaða, so er ein Juventus-áleypari komin við ístaðin, og tað er ikki at forsmáa, heldur René Shaki Joensen

René Shaki Joensen hevur eina góða kenslu í kroppinum til dystin móti Póllandi í annaðkvøld.

Hann vísir á, at hóast Robert Lewandowski ikki er við vegna skaða, so er ein Juventus-áleypari við ístaðin, og tað er ikki at forsmáa.

Spælarin, sum nærum kann verða brúktur á øllum plássum, heldur, at pólska liðið var ikki so skapandi, tá liðini møttust seinast í Varsjava, men við tað, at 11 nýggir spælarar eru við hesa ferð ger, at føroyska liðið ánar ikki, hvat teir møta í annaðkvøld, og tí verður tað avgerandi at vera til reiðar til dystin.

Hoyr samrøðuna, ið Rúni á Reynatrøð hevði við René Shaki Joensen: