Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Californiabúgvi vunnið 12,3 milliardir krónur í Poweball lotto

Líkindini at vinna jackpot eru ein út av 292,2 milliónum

Ein lottospælari í California hevur vunnið 1,76 milliardir dollarir svarandi til 12,3 milliardir krónur í Powerball og er hetta næst størsti vinningur í lotto nakrantíð.

Vinnarin hevur ikki latið hoyra frá sær enn.

Vinnarin hevur møguleika at fáa peningin út yvir eitt 30 ára tíðarskeið ella fáa alt í einum, men tá fær vinnarin “bert” 774.1 milliónir dollarir ella 5,4 milliardir krónur.

Størsti vinningur nakrantíð, sum er vunnin, var í november í 2022 tá ein vinnari, eisini úr California, vann 2.04 milliardir dollarar ella 14,3 milliardir krónur.

Ein lottoseðil kostar 2 dollarar hvør, umleið 14 krónur, so her er góður bruttovinningur.

Meira kann lesast á BBC:

https://www.bbc.com/news/world-us-canada-67087033