Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Liverpool legenda gevur bók út

Liverpool legendan, Roberto (Bobby) Firmino, meldaði í dag út, at hann skrivar eina bók um hansara tíð í Liverpool. Hetta boðar Roberto Firmino frá, á Instagram.

Liverpool legendan, Roberto (Bobby) Firmino, meldaði í dag út, at hann skrivar eina bók um hansara tíð í Liverpool. Hetta boðar Roberto Firmino frá, á Instagram.

Bókin hevur fingið heitið “Si Senor: My Liverpool Years” og verður útgivin 9. novembur í ár.

Áloyparin úr Brasil, varð keyptur frá týska TSC Hannover í 2015 fyri £29 milliónir.

Framúr góði teknikkarin, leikti 362 dystir fyri Liverpool. Hesa tíðina skeyt hann heili 111 mál og átti 72 upplegg. Firmino fekk sína debut fyri Liverpool tann 9. august 2015 og skeyt sítt fyrsta mál 21. novembur.

Saman við Liverpool, megnaði Roberto Firmino at vinna 1x Premier League, 1x Champions League, 1x FIFA Club World Cup, 1x UEFA Super Cup, 1x FA Cup, 1x League Cup, og 1x Community Shield. Umframt hesar fullgerðir, megnaði Bobby Firmino eisini at vinna 1x Copa América saman við Brasil.