Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fimti dysturin móti Póllandi

Í kvøld klokkan 19:45 spæla Føroyar og Pólland EM-undankappingardyst á Tórsvølli. Fýra ferðir áður hava vit møtt Póllandi – tríggjar ferðir í venjingardysti, og einaferð í undankappingardysti

Føroyska A-landsliðið við monnum leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til landsdystin móti Póllandi, sum verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19:45.

Hópurin samlaðist á middegi mánadagin, og síðani hava tríggjar venjingar verið á Tórsvølli. Sum heild eru allir í hópinum væl fyri, og nú fáar tímar áðrenn avspark, er seinasti fyrireikingarfundurin á skránni.

Fýra ferðir áður hava Føroyar møtt Póllandi í A-landsliðshøpi – tríggjar ferðir í venjingardysti, og einaferð í undankappingardysti, sum var fyri einum mánað síðani.

At talan er um sterka mótstøðu á Tórsvølli í kvøld, sæst eisini aftur á styrkislistanum hjá FIFA, har Pólland er nummar 30, av teimum 211 limalondunum á listanum. Føroyar eru í løtuni á 131. plássi.

Atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Pólland á Tórsvølli í kvøld fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, fsf.fo.

– Í løtuni er nakað yvir 3.000 atgongumerki seld, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo