Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ein leikur um narsissismu

19. oktober kl. 19 verður leikurin The Soul Catcher spældur í Norðurlandahúsinum, ein leikur, sum setur sjóneykuna á sálarligan harðskap manipulatión og vald í parløgum

Hvussu kanst tú koma tær úr klónum á einum narsissisti? Kemur tú í eitt samband við ein narsissist, kunnu fylgjurnar av hesum gerast álvarsamar. Aloftast tykist sambandið nærum dreymakent í byrjanini, men so broytist hetta so líðandi til eina marru, har tú er blivin vavd inn í eitt manipulatións- og kensluligt valdsspæl.

Í leikinum The Soul Catcher verður hugt inn í hesa marruna. Her verða vit tikin við í eitt kalt spæl við love bombinggaslighting og pity play. Vit síggja, hvussu narsissisturin tránýtir tey, sum eru rundan um seg til at metta sína ótømandi sjálvgleði.

Júst hetta er ætlanin við leikinum; at vísa og fáa áhoyraran at skilja tey ósjónligu teknini, sum kortini síggjast í harðskapsraktum parløgum – at avdúka valdsspælið. Við leiki, dansi, orðum og nýskrivaðum elektroniskum tónleiki vilja fólkini handan leikin bróta tøgnina um narsissismu og sálarligan harðskap í parløgum við tí endamáli at gera tað lættari at sleppa sær burtur úr hesum skaðiliga sambandi.

Leikurin er framleiddur av Kassandra Production í samstarvi við Bora Bora – Dans & Visuelt Teater.

Aftaná leikin bjóðar leikbólkurin og Kvinnuhúsið til prát um sálarligan harðskap, manipulatión og vald í parløgum. Tey luttakandi eru Annika B. Lewis, leikstjóri, Eyðvør Tausen Olsen, leiðari í Kvinnuhúsinum og Anna Katrin Matras, fulltrúi í Almanna- og mentamálaráðnum.

Elin Sofía Winther Poulsen er orðstýrari.