Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fleiri túsund krónur stolnar úr Pálshøll í Vági

Fýra mál um stuldur eru meldaði seinasta døgnið og so hava nakrir smávegis stormskaðar verið

Nøkur stuldursmál hava verið seinastu tíðina, og í gjár fekk løgreglan fráboðað fýra mál um stuldur – summi meira umfatandi enn onnur.

Ofta verður sagt, at tað er kanska ikki eitt so gott hugskot at hava nógvar kontantir uppi á sær, og tað má ein gestur, sum svam í Pálshøll í gjár, sanna. Tí meðan viðkomandi var inni í høllini, so hevur onkur verið í klædnarúminum og stolið pening úr lummanum, og tað kannar løgreglan í løtuni – tó vóru ikki aðrir virðislutir tiknir.

Hini trý málini eru øll úr Havn, har onkur telefon er stolin í einum skeinkistað, skógvar eru stolnir í einum skúla og so hevur onkur verið inni í einum kontóri og tikið kontórslutir, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Nakað av vindi hevur eisini verið seinasta døgnið, og nakrir smávegis skaðar eru fráboðaðir.

Eitt vindeyga var loysnað í Hoyvík, nakrar takplátur fóru á flog í Klaksvík, har eini hús verða umvæld, við Norðskála fuku nakrar takplátur av einum neysti og so var ein hitapumpa loysnað í einum húsum í Mikladali.

Annars greiðir vaktleiðarin frá, at løgreglan fyrireikar seg til landsdystin í kvøld, har tað væntandi vera millum 300-400 pólsk viðhaldsfólk til staðar á útivallabólkinum á Tórsvølli.