Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nettrygd við skemti á FM1

Fríggjadagin 13. oktober verður fyrilestur um trygd á netinum. Spennandi, ha? Nei. Lurtið á FM1 fríggjadagin kl 10:00

Fríggjadagin millum kl 10-12 á FM1 verur samrøða við fýra skemtiligar danar.
Atgongumerkir vera burturluta til tiltakið leygarkvøldið, hvussu? Lurta á FM1 friggjadagin.

Teldumál er trupult at skilja, og teldutrygd er teknisk vitan.

Her kemur Anders inn í myndina. Hann ger tað torskilta skilligt og tað turrisliga stuttligt.

Kanningar vísa, at 95% av øllum álopum av teldusníkum
skyldast menniskjaligum feilum. Og tað er júst tí, at donsku
stavnarnir – Michael og Anders – hava samansett eina
sýning um trygd á netinum. Eina sýning, sum er bæði
undirhaldandi, men samstundis vekir áhuga og ans hjá
okkum, sum dagliga arbeiða við teldum.
“Hvørjar snildir nýta teldusníkar fyri at snýta okkum?
Hvussu ger trygd á netinum okkum betur fyri sálarliga?”
Alt hetta og meira fáa tit svar uppá, tá ið Michael og Anders
trína á pallin. Og aftan á fyrilesturin sita tit við einum
smíli tvørtur um fimmoyrað, men eisini nýggjari vitan og
amboðum til at verja tykkum frá teldusníkum.

Atgongumerkir kunnu keypast við at skriva til jamo@jamoevents.fo

Anders Lund Madsen og Michael Andersen
Anders Lund Madsen og Michael Andersen