Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyar spæla 4-5-1 í dag

Håkan Ericson hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum móti Póllandi klokkan 19:45

Klokkan 19:45 í kvøld trína manslandsliðini hjá Føroyum og Póllandi á Tórsvøll. Talan er um sætta umfar í undankappingini til EM 2024. Undan dystinum hava póllendingar 6 stig eftir fimm dystir, meðan Føroyar hava 1 stig, eisini fyri fimm dystir.

Håkan Ericson, høvuðsvenjari, og Eli Hentze, hjálparvenjari hava nú sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum fyri Føroyar.

Byrjunaruppstillingin hjá Føroyum (4-5-1):
Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari, Odmar Færø, Hørður Askham og Rene Shaki Joensen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Gunnar Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð, Brandur Olsen, Jákup Andreasen og Sølvi Vatnhamar, og fremsti maður á føroyska liðnum verður Jóan Símun Edmundsson.

Á bonkinum frá byrjan vera Bárður á Reynatrøð, Bjarti Mørk, Jóannes Kalsø Danielsen, Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum, Sonni Ragnar Nattestad, Andrias Edmundsson, Andrass Johansen, Stefan Radosavljevic, Klæmint Olsen, Petur Knudsen og Pætur Petersen.