Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sølvi: – Vit fara at gera alt fyri at gera tað trupult fyri teir

Hóast Føroyar liggja aftast í bólkinum, so ynskir føroyska landsliðið at fáa stig móti polakkum, sigur Sølvi Vatnhamar við pólskan miðil

Føroyar hava bara fingið eitt stig í hesari undankappingini, sum var ein javnleikur úti móti Moldova. Mótstøðuliðið í kvøld, Pólland, hevur “bert” fingið seks stig, og skal fáa ein sigur í hús í kvøld, skal Pólland vinna seg beinleiðis víðari til EM-endaspælið í Týsklandi komandi ár.

Men hesum ætlanum ætlar føroyska liðið at forða mótstøðuliðinum fyri, at tað verður veruleiki. Føroyska liðið ætlar ikki at geva upp uttan dyst, spyrt tú Sølva Vatnhamar.

– Vit fara at gera alt, fyri at gera tað trupult fyri Pólland á Tórsvølli. Tá vit spæla á heimavølli, royna vit at leypa meira á, og vit eru eisini vanir at spæla á graslíki, sigur Sølvi Vatnhamar millum annað við pólska miðilin, Polsat Sport undan dystinum í kvøld.

37-ára gamli miðvallarin sigur, at tað var torført hjá føroyska liðnum at spæla í Varsjava, har nógvir áskoðarar vóru til staðar til dystin. Føroysku spælararnir eru ikki vanir við at spæla fyri 55.000 áskoðarum.

– Dysturin í Varsjava var torførur. Vit eru ikki vanir við at spæla frammanfyri so nógvum fólkum, men tað var ein stór uppliving. Vit megnaðu at halda Póllandi frá at skapa málmøguleikar, men í síðsta enda fáa teir eitt heppið brotsspark, sigur hann við miðilin.

Pólland vann fyri einum mánað 2-0 móti Føroyum í Varsjava, men í kvøld er nýggjur dystur millum liðini, har pólska stjørnan Robert Lewandowski ikki er við.

Dysturin byrjar klokkan 19:45, og FM1 sigur frá dystinum. Rúni á Reynatrøð verður frásøgumaður.