Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Starvið sum tíðindaleiðari verður lýst leyst av nýggjum

Kringvarpsstjórin vil hava fleiri skikkaðar umsøkjarar at velja ímillum, og tí verður starvið lýst leyst av nýggjum

– Har vóru skikkaðir umsøkjarar ímillum tey trý, sum hava søkt, men tað er eitt týdningarmikið starv. Hetta er tað fremsta journalistiska starvið í landinum, og tí er tað umráðandi, at vit finna tað rætta fólkið til starvið, um tað eru fleiri valmøguleikar.

Tað sigur kringvarpsstjórin, Ivan Niclasen, í samrøðu við Elina Winther Poulsen í døgurðatíðindunum í dag í samband við, at starvið sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum nú verður lýst leyst av nýggjum.

Tað vóru tríggjar umsóknir til starvið, tá lýst varð fyri starvinum í summar.

Nú eitur nýggja freistin 2. november, skrivar Kringvarpið.

Lýsingin til starvið sæst her.