Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

StÍF fingið nýggjan venjara

StÍF og Jesper Bak hava nú gjørt avtalu um samstarv hetta kappingarárárið. Hann fer til verka beinanvegin. Hetta er næsta venjaraskiftið í ár, eftir at Berkan Otman fór úr felagnum í úrtíð

Jesper Bak er nýggjur høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá StÍF. Hann verður eisini høvuðsvenjari hjá øllum dreingjaliðunum, meðan Mads Lindkvist heldur fram sum hjálparvenjari hjá mansliðnum, skrivar heimasíðan hjá Stranda Ítróttarfelag.

StÍF og Peter Conrad Grove høvdu annars gjørt avtalu um samstarv fyri hetta kappingarárið, eftir at Berkan Otman fóru úr felagnum.

– Ein týðandi partur av arbeiðinum hjá Jesper er at menna og kveikja verandi og nýggjar venjarar, skrivar heimasíðan.

Jesper er 38 ára gamal, og er úr Danmark. Hann hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir sum venjari hjá bæði børnum og vaksnum. Hann var venjari hjá børnum og vaksnum í 11 ár í felagnum Ajax København. Jesper hevur síðan 2022 til fyri stuttari tíð síðan verið høvuðsvenjari hjá mansliðnum og dreingjaliðunum hjá VÍF.

– Eg gleði meg at byrja sum venjari í StÍF. Tað eru rættiliga stórir møguleikar og tilfeingi í felganum, og eg gleði meg at vera við til at gera møguleikar til veruleika og at vera við í menningini, sum er í felagnum. Hjá mansliðnum ræður nú um, eftir turbulenta byrjan, at skapa ró um liðið, og at finna trúnna á, at tingini kunnu eydnast. So skulu vit nokk venda skútuni, sigur Jesper Bak um nýggja samstarvið við StÍF.

– StÍF fegnast um hetta nýggja samstarvið við Jesper og bjóðar honum hjartaliga vælkomnum í felagið, skrivar heimasíðan hjá Stranda Ítróttarfelag.

Berkan Otman var høvuðsvenjari hjá mansliðnum og dreingjaliðunum seinasta kappingarár, og ætlanin var, at hann skulid halda fram hetta kappingarárið, men samstarvið millum StÍF og Berkan endaði vegna persónlig viðurskifti.