Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Avtalað gjørd við Norcon

Nú verður farið ígongd við at gera gamla svimjihylin í Vági til eitt auditorium

Síðan svimjihylurin í Vágs Skúla stongdi í 2015, so hevur hølið ikki verið brúkt. Tað hevur tó verið ætlan um at gera svimjihylin til eitt auditorium – ein fyrilestrarsal, men henda ætlanin hevur næstan bert verið ein tanki, skrivar Vágs kommuna á heimasíðu sínari.

Men til fíggjarætlanina í ár, setti býráði 750.000 krónur av til at byrja uppá arbeiðið.

Fyrsta byggistig umfatar at gera pall, umframt sitipláss uppeftir skráninginum og saga hol í síðurnar í tí djúpa partinum av svimjihylinum, so slepast kann inn frá gongini, har miðdeildin gongur í Vágs skúla.

Fyrradagin varð avtalað gjørd millum Norcon og Vágs Kommuna um, at byrja upp á arbeiðið at gera auditorium í gamla svimjihylinum í Vágs Skúla.

Fyri Norcon vóru tað Hjalmar Magnussen og Rúni Eyðunson og fyri Vágs Kommunu, var tað borgarstjórin, Bjarni Johansen, og Levi R. Mørk, formaður í Mentamálanevndini, sum skrivaðu undir avtaluna.

Kelda: Vágs kommuna