Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Håkan: Tað verða fýra broytingar á liðnum

Føroyski landsliðsvenjarin sigur, at harða programmið og drúgva ferðin til Kekkia ikki er nakar umskylningur til dystin móti Kekkia í morgin, har tað verður neyðugt at verja væl. Men venjarin vónar, at føroyska liðið fer at gagnnýta rúmini aftanfyri kekkisku verjuna, umframt at liðið skal verða betur til at fáa nakað burturúr deyðbóltsstøðunum

– Tað verða fýra broytingar til dystin í morgin. Tað er tað, eg kann avdúka í dag, sigur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, til tíðindafundin, sum siður er, eitt samdøgur undan landsdystinum móti Kekkia í morgin.

Undan dystinum móti Kekkia er greitt, at avrátt varð, at Gunnar Vatnhamar er eftir heima í Føroyum, nú hann júst er vorðin pápi, og Hørður Askham fekk reytt kort í seinasta dysti, og er tí ikki við í Kekkia. Landsliðsvenjarin hevur úttikið Magnus Egilsson ístaðin fyri.

Huglagið á føroyska landsliðsvenjararanum var ikki tað besta til tíðindafundin, sum var dagin fyri dystin, tí ætlanin var at hava eina longri venjing í dag, nú liðið ikki hevur havt optimalar venjingarumstøður í Føroyum, har veðrið hevur spælt føroyska hópinum eitt puss, har bæði mál og keylur eru farnar við vindinum, og tí var ætlanin at hava eina eitt sindur longri venjing í dag, har eitt nú deyðbóltsstøður kundu venjast meira, men føroyska landsliðið fekk noktandi svar frá kekkisku vertinum, tí sagt varð, at kekkiska landsliðið skuldi venja seinni, men greitt er, at kekkiska landsliðið longu hevur havt sína seinastu venjing á leikvøllinum í Plzen, har dysturin verður spældur í morgin.

Kekkia mest fullkomna liðið í bólkinum
Á tíðindafundinum legði Håkan Ericson fyri við at siga, at hann metir, at Pólland, Kekkia og Albania eru sera lík lið í hesum bólkinum – í bólki E í undankappingini til EM-endaspælið í Týsklandi komandi summar.

– Her meti eg, at Kekkia er tað mest fullkomna liðið av teimum trimum. Tað vóru ikki mong, ið høvdu væntað, at Albania fór at klára seg so væl, men soleiðis er støðan. Trýstið er á Kekka, sum má fáa ein sigur móti okkum í morgin, og tað mugu vit royna at útnytta til okkara fyrimun, greiðir landsliðsvenjarin frá.

Les eisini...  Sæunn Lamhauge Nolsøe er fyrsti kommunustjóri í Runavíkar kommunu

Håkan vísir á, at Føroyska liðið hevur spælt spælt nakrar truplar dystir móti Kekkia seinasta tíðina, har Føroyar tapti 3-0 fyri Kekkia heima fyrr í summar, og taptu eisini 5-0 fyri kekkum í venjingardysti í Brno í Kekkia í november í fjør.

– Dysturin móti Kekkia heima var ein av teimum vánaligastu, vit hava spælt í hesari undankappingini. So vit eru noyddir at vera stinnir í verjuni, men vit mugu eisini gera tað betri í álopsspælinum og eisini við deyðbóltsstøðurnar. Vit mugu útnytta plássið, sum vit rokna við, at vit fáa, har vit mugu blíva betur at fáa bóltin afturum kekkisku verjuna, tí eg vænti at Kekkia fer at leypa á við nógvum monnum, sigur Håkan Ericson.

Programmið ikki ein umskylningur
Eisini varð Håkan Ericson spurdur um, hvussu harða programmið og ferðin til Kekkia fer at ávirka spælararnar til dystin í morgin, tí føroyska liðið kom ikki til Kekkia fyrr enn á middegi í dag, hóast ætlanin var at koma upp á pláss í Kekkia í gjárkvøldið, men veðrið í Føroyum gjørdi tað, at flogfarið við landsliðnum fór ikki avstað fyrr enn í morgun klokkan hálvgum átta.

– Eg eri sera imponeraður av mínum spælarum, sum ikki klaga um nakað, hóast veður og vindur hevur órógvað seinastu dagarnar – bæði venjingar og ferðina til Kekkia, ið varð útsett til í morgun. Føroysku spælararnir eru sera smidligir, hóast broytingar hava verið á skránni. Hesin hópurin er gjørdur av serligum slag, men hvussu alt hetta kann hava ávirkað spælararnar, síggja vit á vøllinum í morgin, sigur Håkan Ericson.

Les eisini...  Odmar: - Vit skulu rætta upp á nøkur ting

Hungra eftir einum succesupplivilsi
Føroyski verjuleikarin, sum hevur spælt sera væl seinastu tíðina – bæði fyri landsliðið og KÍ, Odmar Færø, var eisini við á tíðindafundinum á leikvøllinum hjá FC Viktoria Plzen, Doosan Arena. Hann heldur, at liðið hungrar eftir viðgangi.

– Vit hungra eftir einum succesupplivilsi. Stemningurin í hópinum er góður, hóast vit hava havt nakrar avbjóðingarnar seinastu dagarnar. Tað eru nógv ting, sum hava kostað nógv fyri okkum í seinastu dystunum, men eg vóni, at tað fyrr ella seinni fer at koppa okkara veg.

– Vit hava ikki havt bestu upptaktina til hendan dystin, men vit spælararnir eru glaðir fyri, at túrurin varð útsettur til í morgun, greiðir Odmar Færø frá.

Odmar varð eisini spurdur um, hvussu hann er fyri kropsliga, nú hann hevur spælt so nógvar dystir í ár.

– Eg brennir fyri tí. Eg eri væl fyri í løtuni, og tað eri eg glaður fyri – serliga, tá tú tekur atlit til mín aldur, sigur 33 ára gamli verjuskansin.

Ein troyst undan dystinum millum Kekkia og Føroyar í morgin er, at Mojmír Chytil, sum skoraði hattrikk í 5-0 sigrinum móti Føroyum í november í fjør, ikki er við. Hann fekk reytt kort í 3-0 ósigrinum úti fyri Albania.

Dysturin millum Kekkia og Føroyar verður klokkan 17, og FM1 sigur frá dystinum. Trygvi Absalonsen verður frásøgumaður.