Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sæunn Lamhauge Nolsøe er fyrsti kommunustjóri í Runavíkar kommunu

Runavíkar býráð tók á býráðsfundi seinasta hósdag avgerð um, at seta Sæunn Lamhauge Nolsøe í starvið sum kommunustjóri í Runavíkar kommunu

Herfyri søkti Runavíkar kommua eftir einum kommunustjóra, og nú er greitt, at Sæunn Lamhauge Nolsøe, sum er ættað úr Rituvík, er fyrsti kommunustjóri í Runavíkar kommunu.

Tað skrivar kommunan á heimasíðu sínari.

Sæunn Lamhauge Nolsøe er 52 ára gomul, og hon hevur HD-útbúgving í uttanríkishandli, leiðsluútbúgving og bankaútbúgving. Hon hevur drúgvar leiðsluroyndir, so sum økis- og deildarstjóri innan bankavinnuna í Føroyum og sum samskiftisstjóri í tele- og postvinnuni í Grønlandi.

– Uppgávan sum kommunustjóri í Runavíkar kommunu er avbjóðandi og spennandi. Kommunustjórin hevur ein tvíbýttan leiklut sum næsti ráðgevi hjá borgarstjóranum og býráðnum og sum leiðari fyri miðfyrisitingini í Runavíkar kommunu, beint undir borgar­stjóranum, skrivar Runavíkar kommuna.

Víddin í Runavíkar kommunu er stór, og í 15 bygdum – úr Æðuvík norður til Funnings – búleikast á leið 4.400 borgarar. Í miðfyri­sitingini hjá Runavíkar kommunu eru 17 starvsfólk, og samanlagt starvast umleið 250 starvsfólk hjá Runavíkar kommunu og á stovnum, sum kommunan varðar av.

Sæunn Lamhauge Nolsøe byrjar í starvinum sum kommunustjóri skjótast tilber.

Níggju umsóknir vóru til starvið.