Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Brotsspark bjargaði kekkum undan skommini

Leingi var tað stongina út fyri kekkar, og tí skuldi eitt brotsspark til, áðrenn kekkar fingu hol á. Føroyingar vardu væl, men tað var lítið bit í frameftir

Kekkia 1 – 0 Føroyar

(Plzen): Undan dystinum segði føroyski landsliðvenjarin, Håkan Ericson, at trýstið var á Kekkia at fáa eitt úrslit í kvøld, sum tí væntandi fór at leypa á við nógvum monnum. Tí skuldi føroyska liðið blíva betur til at gagnnýta rúmini aftanfyri kekkisku verjuna, umframt at fáa meira burturúr deyðbóltsstøðunum.

Sum profeterað, so lupu kekkar á frá fyrsta bríksli, og tað var nær við at kosta mál móti okkum í fjórða minutti, men lukkutíð fór skotið frá tvey mál skjútanum í fyrra dystinum millum liðini á Tórsvølli í juni, Vaclav Cerny, á stongina.

Men fyrstu løtuna handlaði tað fyri tað mesta bara at rudda burtur sum frægast, tá kekkar fóru í álop. Onkra hendinga ferðina vitjaðu føroyingar í kekkisku hálvuni, men alt ov ofta varð bólturin tveittur burtur, tá ið føroyska liðið var um at koma í góðar støður. Einsamalli áleyparin í dag, Pætur Petersen, stríddist væl, hóast hann hevði lítið at arbeiða við, og vann føroyingum okkurt hornaspark í fyrra hálvleiki.

Tá 35 minuttir vóru spældir, kom stongin aftur føroyingum til hjálpar, tá Adam Hlozek sendi eitt fríspark á stongina.

Løtu seinni fær ein kekkiskur spælari gult kort fyri at royna og filma seg til eitt brotsspark, meðan Matthias Lamhauge fekk gult kort at geva sær ov góða tíð í samband við eitt málspark, og tað skuldi vísa seg…

Beint fyri hálvleik mundi kekkiski áleyparin Adam Hlozek skora ársins mál á Doosan Arena í Plzen, tá hann saksaði bóltin eftir eitt innlegg, men lukkutíð fyri føroyingar, fór skotið beint uppum.

Les eisini...  Móðurmerkjakrabbi hjá Føroyingum

0-0 í hálvleikinum.

Mynstrið í seinna hálvleiki líktist nógv tí í fyrra hálvleiki. Kekkar trýstu, meðan føroyingar vardu borg.

Men eftir at tíggju minuttir vóru leiktir í seinna hálvleiki, fingu føroyingar fyrsta veruliga málmøguleikan, tá føroyingar megnaðu at halda bóltin uppi í kekkisku hálvuni eina góða løtu, ið endaði við einum innleggi, har høvda varð upp á mál, og so høvdu føroyingar havt seks skot innanfyri málrammuna í 2023.

Sum seinni hálvleikur leið, byrjaðu nakrir spælarar at síggja troyttir út, men fyriuttan innskifta Jóannes Bjartalíð, so lótu føroysku innskiftingarnar bíða eftir sær.

Ein sat við kensluni við, at nú var tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn kekkar fingu hol á, men tað mátti eitt brotsspark til, áðrenn vit fingu fyrsta málið í dystinum, tá Odmar Færø var óheppin at hava armin fyri, eftir eitt kekkiskt innlegg. Brotssparkið setti West Ham-spælarin Tomas Soucek mitt í málið, og so var 1-0 til vertirnar, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Síðstu løtuna royndi føroyska liðið at trýsta eitt sindur, men tað var uttan nakað serliga ætlan, og so rann hesin dysturin út í sandin.

Kekkar eru enn við í stríðnum at vinna sær pláss til EM-endaspælið í Týsklandi komandi summar, meðan Føroyar eru niðast í bólkinum við einum stigi – tó nú við seks skotum innan málrammuna fyri árið 2023.

Millumrokningin við kekkar, sum vit mangla at avrokna fyri dystin tann 6. september í 1998, tá kekkar snýttu okkum í mjørkanum á Svangaskarði, tá teir brutu óskrivaðu Fair Play-regluna, stendur eisini við.

9.115 áskoðarar vóru til dystin í Plzen í kvøld.

Les eisini...  Fótbóltur á FM1 frá klokkan 14 sunnudagin. FM hevur frásøgumenn til dystirnar Víkingur-B36 og TB-EB/Streymur, og frásøgumann í Klaksvík kláran um KÍ staðfestir FM-gullið

Føroyska byrjanaruppstillingin sá soleiðis út (5-4-1)

Mattias Lamhauge – René Shaki Joensen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Brandur Hendriksson Olsen, Sølvi Vatnhamar, Jákup Andreasen, Ári Mohr Jónsson – Pætur Petersen.

Eykaspælarar vóru: Bárður á Reynatrøð, Bjarti Mørk, Jóannes Kalsø Danielsen, Bartal Wardum, Andrass Johansen, Stefan Radosavljevic, Magnus Egilsson, Jóannes Bjartalíð, Hanus Sørensen, Jóan Símun Edmundsson, Klæmint Olsen og Petur Knudsen