Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoyr landsliðsvenjaran, Janu, Mariu, Lukku og Bjørk iðra seg um 23-28 tapið fyri Íslandi

Hoyr frásøgumannin, Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum av EM-undankappingardystinum Føroyar-Ísland 23-28 (12-11), har føroysku kvinnurnar avrikaðu væl leikliga, serliga í fyrra hálvleiki, men tær brendu alt ov nógvar málmøguleikar. Hoyr eisini samrøðurnar Sjúrður gjørdi við landsliðsvenjaran, Claus Mogensen, toppskjúttan, Janu Mittún, Mariu P. Nólsoy, og við Lukku Arge og Bjørk F. Joensen, ið hava spælt sínar fyrstu A-landsdystir. Claus og landsliðsleikararnir iðra seg øll um, at vit ikki vóru neyvari og fingu stig móti Íslandi í dag. Hoyr eisini Sjúrð taka samanum dystin.

Mynd: HSF