Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Håkan: – Dysturin í kvøld líktist nógv útidystinum móti Póllandi

Føroyski landsliðsvenjarin tók útidystin móti Póllandi, sum hann segði líktist nógv hesum – tó at kekkar skaptu fleiri málmøguleikar enn polakkar

– Fyri okkum handlaði tað um at yvirliva fyrra hálvleik, og so við og við koma meira inn í dystin í seinna hálvleiki, og eg haldi, at tað riggaði væl. Hetta líktist nógv útidystin hjá okkum móti Pólland, tá Pólland eisini kom í gongd vegna eitt brotsspark. Men kekkar skaptu meira málmøguleikar enn Pólland, so sigurin hjá Kekkia er uppiborin.

Tað sigur føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, á tíðindafundinum eftir dystin, har kekkiskir miðlar millum annað vildu hava at vita, um hann trúði upp á ein javnleik í kvøld.

– Eg eri errin av mínum spælarum, ið stríddust væl og góvu kekkum góða mótstøðu. Vit hava verið heilt nær við í fleiri dystum, millum annað gekk tað 85 minuttir, áðrenn Danmark og Skotland hava fingið hol á móti okkum, men sum sagt, eins og ímóti Póllandi, so mátti eitt brotsspark til at fáa Kekkia í gongd, sigur føroyski landsliðsvenjarin.

Eisini varð Håkan Ericson spurdur um, hvat hann helt um brotssparkið, sum kekkar fingu.

– Eg má síggja brotssparkið umaftur. Men vit kunnu altíð kjakast um, hvat tað hevur at siga, tá ein spælari fer niður at verja fyri einum bólti, sum síðan kemur í armin. Er tað ónatúrligt støða ella ikki? Men eg spurdi dómaran um hesa støðuna, og hann segði, at tað var 100 prosent brotsspark, so tað mugu vit góðtaka, greiðir Håkan frá.

At enda í tíðindafundinum rósti føroyski landsliðsvenjarin nøkrum kekkiskum spælarum, umframt at hann rósti Andrias Edmundsson, sum spældi sín fyrsta dyst frá byrjan í dag.