Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hoyr Pætur, Mathias, Viljorm, Jákup B og landsliðsvenjaran taka samanum eitt gott avrik og samstundis erguligt tap í Kekkia

Hoyr stuttu samrøðurnar Trygvi Absalonsen gjørdi í Mixed Zone við Pætur J. Petersen, Mathias Lamhauge, Viljorm Davidsen og Jákup Biskopstø Andreasen og landsliðsvenjaran, Håkan Ericson um 0-1 tapið fyri Kekkia, har vit taptu upp á eitt lógliga rætt, men sera óheppið brotsspark. Menn staðfesti góðan stríðsanda og gott avrik, men iðra seg um, at marginalarnir ikki vóru við okkum í Plzen í kvøld. Hetta er aðru ferð vit tapa 0-1 fyri Kekkia í søguni. Báðu ferðirnar hevur talan verið um svarta óeydnu. Fyrru ferð í 1997 var tað upp á manglandi Fair Play hjá Kekkia á Svangaskarði á Toftum tá fáir minuttir vóru eftir av dystinum. Hesaferð var tað upp á eitt óheppið brotsspark.

Myndir: Trygvi Absalonsen