Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kekkiskir miðlar eirindaleysir: – Hetta var ikki gott nokk

Miðlarnir vóru ikki blíðir við kekkiska landsliðsvenjaran eftir landsdystin móti Føroyum. Teir hildu, at Kekkia átti at havt skorað fleiri mál, tí málmunurin í bólkinum kann gerast avgerandi

(Doosan Arena, Plzen):

– Nær fert tú at finna hurðina sjálvur ella bíðar tú eftir, at kekkiska fótbóltssambandi koyrir teg úr starvi?

So eirindaleyst ljóðaði fyrsti spurningur til kekkiska landsliðsvenjaran, Jaroslav Silhavy, eftir landsdystin móti Føroyum í kvøld, sum Kekkia “bara” vann 1-0. Miðlarnir vóru hvørki nøgdir við úrslitið ella spælið hjá kekkum í kvøld, umframt at funnist var at kekkiska úrslitinum móti Albania, ið Kekkia tapti 3-0.

– Um fótbóltssambandið avger, at eg skal sigast úr starvi, so latið eg ta avgerðina vera upp til fótbóltssambandið. Men vit fingu trý stig í kvøld, og tað eri eg nøgdur við. Vit eru enn við í kappingini at sleppa til EM-endaspælið, sigur kekkiski landsliðsvenjarin.

Síðan vildu kekkisku miðlarnir hava at vita frá landsliðsvenjaranum, um venjarin kundi siga nakað positivt um kekkiska spælið og úrslitið, har venjarin argumenteraði fyri, at liðið hjá sær hevði fimm heilt góðar málmøguleikar í fyrra hálvleiki, sum á einum øðrum degi høvdu givið mál.

– Eg má viðurkenna, at tað var ein lætti, tá vit fingu brotssparkið, tá tað restaði eitt korter av dystinum. Vit vóru byrjaðir at gera ov nógvar feilir, og spælararnir virkaðu at blíva eitt sindur frustreraðir, men ja, har mátti so eitt brotsspark til at hjálpta okkum í dag, men tað týdningarmiklasta var at fáa trý stig, sigur kekkiski landsliðsvenjarin.

Hann segði eisini, at hann valdi at broyta vanliga spælistílin, tí eins og miðlarnir vístu á, so kann málmunurin gerast avgerandi í hesum bólkinum.

 – Vit valdu at spæla meira álopskent móti Føroyum, tí tað riggaði í dystinum í fjør móti føroyingum, eins og í dystinum fyrr í summar. Men rós til føroyingar fyri at verja væl. Teir gjørdu tað sera trupult fyri okkum í kvøld, sigur kroysti kekkiski landsliðsvenjarin, Jaroslav Silhavy.