Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stúrandi hagtøl: Bara fimm skot innan málrammuna alt 2023

Undan dystinum móti Kekkia er greitt, at føroyska A-landsliðið hevur bert havt fimm skot innanfyri málrummuna í øllum landsdystunum í 2023

Tað eru stúrandi hagtøl fyri føroyska A-landsliðið við monnum undan landsdystinum móti Kekkia.

Meðan Kekkia stríðist fyri at vinna eitt pláss til EM-endaspælið í Týsklandi komandi summar, so stríðist føroyska landsliðið enn við at fáa fyrsta sigurin í okkara bólki – í bólki E í undankappingini til EM í 2024 – og skal mann hava stig, so skulu mál skorast, og satt at hevur ikki verið høvið at feira eitt føroyskt mál í øllum 2023, tí vit hava bara skorað tvey – eitt mál í javnleikinum úti móti Moldova, og eitt mál í 3-1 ósigrinum móti Albania heima.

Men verður hugt eftir, hvussu nógv skot, ið føroyska liðið hevur havt innan málrammuna í øllum landsdystinum, sum eru spældir í 2023, so hava vit bara havt fimm skot innanfyri málrammuna í sjey landsdystum, sum hava verið spældir í 2023. Tá er venjingardysturin úti móti Norðurmakedónia taldur við.

Her er eitt yvirlit yvir A-landsdystir í 2023:

Moldova – Føroyar                                      1-1

Norðurmakedónia – Føroyar (venjingardystur)    1-0

Føroyar – Kekkia                                           0-3

Føroyar – Albania                                         1-3

Pólland – Føroyar                                         2-0

Føroyar – Moldova                                      0-1

Føroyar – Pólland                                         0-2

Føroyar – Albania á Tórsvølli týsdagin 20. juni 2023. Standandi f.v.: Teitur Matras Gestsson, Gunnar Vatnhamar, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jóan Símun Edmundsson og Viljormur Davidsen. Húkandi f.v.: Jákup Biskopstø Andreasen, Klæmint Andrasson Olsen, René Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar og Hanus Sørensen (Mynd: Hans Erik Danielsen/fsf.fo)