Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Andrias er fyrsti altjóða judodómari

Um vikuskiftið fekk Andrias Sumberg prógv sum altjóða dómari í judo. Hann er fyrsti føroyingur, sum fær altjóða prógv

Andrias Sumberg er fyrsti altjóða judodómari í Føroyum.

Andrias hevur vant judo síðani hann var smádrongur, og undir lestri í Danmark byrjaði hann at royna seg sum dómari. Hann tók dómaraprógv í Danmark, áðrenn hann eftir loknan lestur vendi heimaftur. Andrias hevur, síðan hann kom heim aftur, stovnað Suðuroyar Judo á Tvøroyri, har hann eisini er formaður og venjari.

Seinnu árini hevur hann dømt í norðurlendskum kappingum, og í fjør byrjaði hann tilgongdina at gerast altjóða dómari. Seinasta heyst dømdi hann í tveimum altjóða kappingum, og í summar hevur hann eisini dømt í tveimum altjóða kappingum, áðrenn hann nú um vikuskiftið var uppi til próvtøku í samband við European Cup kapping í Malaga í Spania.

Andrias kláraði próvtøkuna uttan trupulleikar, og kann nú kalla seg altjóða dómara.

Í menningartilgongdini hjá Judo Føroyum hevur tað stóran týdning, at døming er á høgum støði, og Andrias kemur framyvir eisini at hava ein týðandi leiklut í at læra nýggjar dómarar í Føroyum, eins og hann fær altjóða uppgávur.

Kelda: Judosamband Føroya