Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ein bilførari kann vænta sær stóra bót

Føroya Politi gjørdi ferðsluátøk kring landið í gjár

Løgreglan gjørdi aftur í gjár fleiri ferðsluátøk kring landið.

Tað sá gott út norðanfyri, tí har varð einki mál skrivað upp í gjár.

Føroya Politi var eisini og kannaði ferðsluna vesturi í Vágum, og har sá eisini gott út. Tó so, so kann ein bilførari vænta sær eina stóra bót, tí ein bilførari bleiv tikin fyri at koyra uttan koyrikort.

Tað vísti seg, at viðkomandi hevði mist koyrikortið, og hevði ikki tikið sær stundir til at taka tað aftur. Tað kann blíva dýrt fyri viðkomandi, tí lóggávan sigur, at tú fært 5.000 krónur, verður tú tikin fyrstu ferð – koyrir tú bil, og hevur tú mist koyrikortið og ikki tikið tað av nýggjum. 6.000 krónur aðru ferð, 7.000 krónur triðju ferð og so framvegis.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini vildi ikki siga, hvørt hetta var fyrstu, aðru ella triðju ferð, at viðkomandi bilførari varð tikin fyri at koyra uttan koyrikort, ið hann hevur mist.