Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eyðun ætlar sær at vinna í kvøld

Føroyska U21-landsliðið leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin móti Andorra, sum verður Estadio Nacional í Andorra La Vella í kvøld klokkan 19

– Vit hava fingið eina góða byrjan upp á hesa undankappingina, og nú fara vit eftir tí góða úrslitinum í Andorra.

Tað sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá U21-landsliðnum, við heimasíðuna hjá FSF, sum í kvøld skal royna seg í EM-undankappingardysti á útivølli móti Andorra.

Tá liðini hittust á Djúpumýru í Klaksvík í summar, gjørdist úrslitið javnleikur 2-2. Føroysku málini skoraðu Jørgen Nielsen og Gutti Dahl-Olsen.

– Umstøðurnar her í Andorra eru góðar, og fyrireikingarnar hava gingið væl. Okkara spælarar eru eisini væl fyri, so nú skulu vit bara hugsavna okkum um sjálvan dystin, og vónandi hava vit stig í viðførinum tá vit koma heim aftur. Tað er í øllum føri tað, ið vit fara eftir, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.

Undan dystinum í kvøld eru Føroyar á fjórða plássi í bólkinum við fýra stigum, meðan Andorra er nummar fimm við trimum stigum. Portugal er fremst við níggju stigum, Grikkaland hevur fimm stig, og á triðja plássi er Kroatia, eisini við fýra stigum. Nummar seks er Belarus, ið eins og Andorra, hevur trý stig.

U21-landsdysturin millum Andorra og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 19, og kann síggjast beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum.

U21_Venjing_14-10-2023-1

U21_Venjing_14-10-2023-2

U21_Venjing_14-10-2023-3

U21_Venjing_14-10-2023-4

U21_Venjing_14-10-2023-5

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo

Myndir: www.fsf.fo