Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fjølmentanarvika í Norðurlandahúsinum

Fjølmentanarvikan 2023 byrjar fríggjadagin, 20. oktober, klokkan 15

Ættleiddi tannáringurin, Carl, sum er føddur í Suðurkorea, er klovin millum tveir heimar. Hann býr saman við foreldrum sínum úti á landinum í Danmark á einum bóndagarði, sum foreldur hansara rokna við, at hann fer at taka við. Samstundis leingist honum eftir at vita nakað um uppruna sín, og tí stendur hann í einari tvístøðu.

Sunnudagin, 22. oktobur, kl. 15, sýnir Norðurlandahúsið danska filmin Stille Liv í sambandi við Fjølmentanarvikuna 2023 og FIMMF (Faroe Islands Minority Film Festival). Malene Choi er filmleikstjóri, og hon er sjálv ættleidd úr Suðurkorea.

Seinni sama dag bjóðar Norðurlandahúsið til listafólkaprát við føroyska leikbólkinum, Det Ferösche Compagnie, og ukrainska leikstjóranum, Serhii Iilin. Hesi hava samstarvað um uppsetingina av leikinum, Tá kríggið er liðugt, sum var framførdur í Norðurlandahúsinum í septembur. 22. oktobur, kl 17 fara hesi at greiða frá, hvussu tað er at samstarva tvørtur um mentanarmunir.

Fjølmentanarvikan 2023 byrjar fríggjadagin, 20. oktobur, kl. 15. Tórshavnar kommuna býður øllum við til setanina í Norðurlandahúsinum. Á skránna verða talur, undirhald og ábit.

Fjølmentanarvika 2023 í Norðurlandahúsinum

20. oktobur, kl. 15
Tórshavnar kommuna býður øllum til setanina av Fjølmentanarvikuni 2023

22. oktobur, kl. 15
Filmur: Stille liv
Keyp atgongumerki á nlh.fo

22. oktobur, kl. 17
Listafólkaprát – Tá kríggið er liðugt
Ókeypis