Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Landið selir síni partabrøv í P/F Smyril Line

Sølan skal eftir ætlan verða avgreidd í endanum av november 2023

Leingi hevur ljóðað, at landið hevði ætlanir at selja sín part í Smyril Line, og nú er líkt til, at hetta verður veruleiki.

Føroya Landsstýri hevur nú tikið avgerð um at selja allan ognarlutin hjá landinum í P/F Smyril-Line.

Tað skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðu sínari.

Talan er um ein ognarlut upp á 16,238 prosent av samlaða partapeninginum í P/F Smyril Line.

Sølan skal eftir ætlan verða avgreidd í endanum av november 2023.

Tað er Faroe Law, sum saman við Kamaradvokatinum Poul Schmith, ið stendur fyri søluni.

Nærri kunning um treytir v.m. kann lesast her.