Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Úr Himalaia-fjøllunum til Tvøroyrar at byggja gróttrappu

Í løtuni vitja fýra menn úr Nepal á Tvøroyri, har teir skulu byggja eina gróttrappu í niðurgongdini frá Grindini, oman í Hvannhaga, vestara part

Tað er norska fyritøkan Stibyggjaren AS, ið stendur fyri arbeiðinum við gerð av Føroya fyrstu sonevndu ”Sherpa-trappu”.

Hetta er eitt vælkent fyribrygdi í Noregi, har Sherpa-fólk úr Himalaia-fjøllunum seinastu 20 árini hava bygt meira enn 200 trappur og náttúrugøtur í brattlendi.

Tvøroyrar Kommuna og Visit Suðuroy eru stigtakarar og standa fyri verkætlanini, sum hevur fingið játtað stuðul frá Betri, Nordea-fonden og Visit Faroe Islands.

Avtala er gjørd við teir fimm hagarnar, ið eiga í Hvannhaga, vestara parti.

Í samband við gerð av “Sherpa-trappuni” ti Hvannhaga, verður grót flutt við tyrlu millum økið á Rananum, har grótið liggur, og í Hvannhaga.

Sending frá NRK um gerð av “Sherpa-trappu:
https://tv.nrk.no/serie/ut-i-naturen/2016/DKMR30001013/avspiller

Kelda: Tvøroyrar kommuna