Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Her kunnu hundarnir renna frítt

Fríøki til hundar er gjørt við Stórá í Trongisvági, og tað verður tikið í nýtslu í næstum

Fólk í Tvøroyrar kommunu hava eftirlýst eitt øki, har hundar kunnu renna frítt, og hesum hevur kommunan nú eftirlíka.

Tvøroyrar býráð samtykti 26. oktober í fjør at seta eitt øki av til hundar, við Stórá, og hetta fríøkið er nú um at vera klárt at taka ímóti fyrstu hundunum.

– Ætlanin er, at her skulu hundaeigarar frítt kunna sleppa hundum sínum leysum í einum náttúruvøkrum umráði, undir skipaðum viðurskiftum, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðu sínari.

Tað er lokala fyritøkan Sp/f í Heygunum, v. Birgiri Strøm Rasmussen, sum hevur staðið fyri at stika økið inni og at gera brýr tvørtur um størru veitirnar.

Økið er umleið 2500 fermetrar, og liggur beint við ítróttardepilin við Stórá og Áargøtu.

– Í næstum verða ruskspannir og skeltir sett upp og eftir ætlan verður økið tikið alment í nýtslu í Umhvørvisvikuni á Tvøroyri, ið verður í viku 18, t.e. 29. apríl – 5. mai, skrivar kommunan.