Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Astrid sett í starv sum mentanar– og ferðavinnusamskipari

Astrid Johannesen er sett í starv sum mentanar- og ferðavinnusamskipari í Eysturkommunu

Astrid hevur starvast í Báta- og Listasavninum í Leirvík, har hon hevur fingist mest við ferðavinnu og tiltøk á savninum. Eisini hevur Astrid verið í verkætlanarstarvi hjá kommununi í 2022, har hon røkti mentanarøkið, samstundis sum hon tók sær av Báta- og Listasavninum.

Astrid er nu byrjað sum mentanar- og ferðavinnusamskipari í Eysturkommunu, og kemur hon at taka sær av eitt nú kvøldskúlanum, ferðavinnu- og mentanarøkinum sum heild.

Tað skrivar Eysturkommuna á heimasíðu sínari.

– Eysturkommuna ynskir Astrid hjartaliga vælkomnari í starv, skrivar kommunan.