Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stjólu brennivín í Rúsuni og brutu inn í bilar

Trý fólk eru skuldsett fyri stuldur og innbrot í gjár

Um middagsleitið í gjár varð ringt til løgregluna, tí onkur hevði verið inni í Rúsuni í Miðlon og tikið nakað av brennivíni, men ikki nokk við tað. Eisini hevði onkur brotið inn í tveir bilar, ið stóðu á parkeringsplássunum uttan fyri Miðlon.

– Í tí eina førinum varð brotið inn í bilin við at bróta ein síðurút, fyri at sleppa inn í bilin, men kanska var hin bilurin ólæstur, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá.

Tá Føroya Politi kom á staðið, funnu tey skjótt fram til trý fólk, sum vóru nærhendis Miðlon, ið høvdu ymiskt uppi á sær, sum tey ikki áttu at hava.

Tey vóru tikin við á løgreglustøðina, har tey vórðu skuldsett fyri stuldur og eisini fyri innbrotini, sum rindast skal endurgjald fyri.

Løgreglan kannar nú, hvussu umfatandi stuldurin hevur verið í Rúsdrekkasøluni í Miðlon, og í teimum báðum bilunum, ið brotið var inn í uttanfyri Miðlon.

Løgreglan gjørdi eisini tvey ferðsluátøk í gjár – eitt í norðurøkinum og eitt í meginøkinum, men har var alt, sum tað eigur at vera, og tí bleiv einki mál skrivað niður í svørtu bók.