Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Aktaðu ikki ferðsluljósini

Tríggir bilførarar eru skrivaðir niður í svørtu bók og fáa bót og klipp í koyrikortið

Í gjár var løgreglan og kannaði ferðsluna Norður um Fjall, har stórt tunnilsarbeiði er í gongd, og í tí sambandi verður ferðslan stýrd við ljósskipan, men tað eru ikki øll, sum virða hesa ljósskipan.

Føroya Politi tók í gjár tríggjar bilførarar, sum koyrdu á vegastrekkinum, har ljósini lýstu reytt, og tað fáa hesir bilførarar eina bót fyri, umframt at teir eisini fáa eitt klipp í koyrikortið.

Eisini hevur løgreglan hildið eyga við ferðsluni á Stangavegnum í Klaksvík, men higartil hava bert ávaringar verið givnar, og soleiðis var eisini í gjár.

Píkadekkini skuldu av í gjár, men ongar bøtur hava verið skrivaðar fyri hetta seinasta døgnið.

Í sambandi við verkfalli, so bleiv løgreglan tilkallað nakrar ferðir í gjár, men vakthavandi hjá Føroya Politi sigur, at løgreglan hevur einki við verkfalli at gera og virðir rættin hjá fakfeløgum at fara í verkfall, so í teimum førum, har løgreglan var úti í gjár, millum annað á Sundi og eisini í Klaksvík, har vaktir forðaðu fyri, at skip hjá Navigare Shipping sluppu at kai, so var tað bara fyri at eygleiða støðuna.