Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Opið hús í Varpinum í Klaksvík í dag

Stýrið fyri Varpið bjóðar øllum vælkomnum í Varpið í dag frá klokkan 17 til 19

Stýrið fyri Varpið bjóðar øllum vælkomnum í Varpið í dag frá klokkan 17 til 19. Byrjað verður við røðum og sangi klokkan 17, og aftaná verður nógv spennandi á skránni, so sum sangur, upplestur og framførslur av ymiskum slag, skrivar Klaksvíkar kommuna í tíðindaskrivi.

– Ein spennandi og drúgv verkætlan hevur seinastu árini tikið skap í miðbýnum. Øll hava kunnað fylgt við byggingini uttanfyri, men í dag fær almenningurin høvi at koma inn í Varpið til eina heilt serstaka uppliving, skrivar kommunan.

Framførslurnar, sum vera í dag, eru væl umboðaðar av fjølbroytta mentanarlívinum í býnum, og eisini verður boðið kaffi og køku.

– Øll eru hjartaliga vælkomin, skrivar kommunan.