Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jann leingir við B36

Jann Benjaminsen fer eisini at spæla við B36 komandi kappingarár

Jann Benjaminsen heldur fram í B36. Hann hevur skrivað undir sáttmála fyri komandi kappingarár.

Tað skrivar felagið á sínum Facebook-vanga.

Felagið skrivar, at 26 ára gamli toftamaðurin hevur roynst sera væl, síðan hann skifti til B36 í februar í ár.

– Avrikini hava verið góð og støðug, og í B36 fegnast vit um, at drúgvi bakkspælarin er fúsur at taka eitt tørn afturat í hvítu troyggjuni, skrivar felagið.

Jann Julin Benjaminsen hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í B68, men tað var í NSÍ, at góðu evnini hjá Jann veruliga komu til sjóndar. Hann leikti við Løkin frá 2013 til 2020, áðrenn hann fór at royna eydnuna í Norra við Hødd, sum tá spældi í triðbestu deildini.

Jann hevur umboðað Føroyar á U17- og tveir dystir við U21-landsliðnum, og spældi eisini nakrar minuttir fyri A-landsliðið í vinardystinum móti Kosovo í fjør, sum endaði við javnleiki 1-1.

Sambært Faroesoccer hevur Jann Benjaminsen spælt 129 dystir í Betri Deildini, har hann hevur skorað tilsamans 14 mál.