Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tríggir unglingar tóku vørubil

Tríggir mans skuldsettir fyri stuldur av bili. Í miðbýnum í Havn royndu fólk eisini at bróta seg inn í ein bygning

Um tvey-tíðina í nátt fekk løgreglan eina fráboðan, at ein vørubilur var horvin í Kollafirði.

Løtu seinni fann Føroya Politi vørubilin í Havn, har tríggir ungir mans vóru í.

Teir tríggir dreingirnir vóru allir undir 18 ár, so teir høvdu ikki koyrikort.

Vørubilurin varð tikin av einum arbeiðsplássi í Kollafirði, har løgreglan hevur illgruna um, at ein av teimum trimum dreingjunum kennir til arbeiðsplássi, eftirsum lykilin er tikin av einum arbeiðsplássi.

– Dreingirnir vildu ikki rættiliga siga, hvussu teir høvdu fingið fatur á lykilinum, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini frá.

Ungu menninir eru nú skuldsettir fyri stuldurin av vørubilinum, og nú arbeiðir løgreglan víðari við málinum, til dømis hvørt ungu dreingirnir hava gjørt hetta áður.

– Vørubilurin hevur tó ikki fingið nakran skaða, og heldur einki er tikið úr bilinum, meðan ungu menninir hava koyrt ein biltúr til Havnar, greiðir vaktleiðarin frá.

Ætlaðu sær inn í bygning í miðbýnum
Seint í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at onkur fólk royndu at sleppa inn í ein virkisbygning í miðbýnum í Havn.

Talan er um bygningin, har millum annað Gómagott hevur sín køk, Myndaboks og LGBT-Føroyar halda til á Tórsgøtu 16.

Roynt varð at bróta lyklaboksirnar, har lyklar til bygning eru goymdir í, men hesum varnaðist eitt fólk, sum hevur tilknýti til bygningin, ið so boðaði løgregluni frá.

Men tá Føroya Politi kom á staðið, høvdu fólkini tikið sær til rýmingar – uttan at tað eydnaðist teimum at sleppa inn í bygningin. Løgreglan hevur tó sterkan illgruna um, hvørji hesi fólkini eru, og nú arbeiðir løgreglan víðari við málinum.

Les eisini...  Bókaframløga: Myndprýdda skaldsøgan “Toran Gongur”

Tá løgreglan fær fatur á røttu viðkomandi, so kunnu tey rokna við at verða skuldsett fyri herverk, greiðir vaktleiðarin frá.