Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

3.000 eintøk av HINT eru gjørd

Í HINT ræður tað um at geva tínum viðspælarum ábending um, hvat tú veitst. Ábendingin kann gerast við at tosa, tekna, herma ella murra. Hoyr samrøðu við stjóran í Hugnaløtum um nýggja spælið

Eitt nýtt samveruspæl kemur út á føroyskum fyrst í novembur 2023. Talan er um HINT, ið upprunaliga er eitt danskt konsept, sum hevur vunnið heiðurin í Danmark fyri “Årets voksenspil” í 2014 og “Årets spil for voksne” í 2015, 2016 og 2017.

Nýggja føroyska útgávan er ment og framleidd av Hugnaløtum, sum eisini gav Bezzerwizzer á føroyskum út í 2022.

Tað eru 3.000 eintøk av HINT, sum eru gjørd.

– Men verður undirtøkan góð, so bíleggja vit fleiri spøl av HINT, sigur stjórin í Hugnaløtum, Ólavur Larsen.

Hoyr samrøðu við Ólavur Larsen, stjóra í Hugnaløtum her: