Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Klokkan 14 týsdagin vera Ólavur Larsen, Hugnaløtur og Árni Laksáfoss Simonsen, Table Top Føroyar gestir hjá FM1 – Lurtararnir fáa høvið at vinna spælið HINT

Gestir hjá Hera Simonsen á FM1 týsdagin klokkan 14 vera Ólavur Larsen, Hugnaløtur og Árni Laksáfoss Simonsen, Table Top Føroyar. Ólavur Larsen fer at fortelja um borðspølini Hugnaløtur higartil hava givið út, og Árni Laksáfoss Simonsen fer at fortelja um borðspæls-felagsskapin, Table Top Føroyar. Tað eru alsamt fleiri, bæði í Føroyum og uttanlands, ið møtast fyri at spæla ymisk borðspøl. Saman við vertinum fara Ólavur og Árni at spæla nýggja spælið: “HINT”. Lurtararnir fáa høvið at kappast um eitt HINT spæl á sms skipanini nummar 559999. Klokkan 14.46 verður drigið millum innkomnu sms´ini. Sendingin verður endursend leygardagin millum klokkan 14 og 15.