Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgreglan ikki havt nógv at gjørt í nátt

Ikki hevur føroyska løgreglan havt nógvan spenning í nátt

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at teir hava steðgað bilum í nátt, men at ongin var ávirkaður. Tó var ein maður, ið var beint undir markinum, tí tíð var liðin síðani hesin hevði inntikið alkoholið.

Eitt størri flutningsmál, har ein maskina var flutt við last- og kranabili av Gomlurætt til flogvøllin, var at halda eyga við.

Í náttarlívinum var løgreglan til staðar. Har verður sagt, at trý ung vóru komin upp at klandrast og at møguliga er brot á skilhaldsreglurnar. Løgreglan kannar hetta víðari.