Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Liverpool er reytt

Grannauppgerðin millum Liverpool FC og Everton var spæld í dag. Í dag var tað ikki bara áin, ið skilti liðini, men tvey mál frá Mohamed Salah

Tað var lagt um til ein sera spennandi dyst millum grannar í dag. Liverpool FC og Everton møttust á Anfield.

Tað skuldi ikki ganga long tíð, so gjørdist brekkan brøtt fyri teir bláu úr Everton. Høgra bakkinum, Ashley Young, untist ikki at spæla longri enn 36 og ein hálvan minutt. Defensiva spælið gjørdist tí veikari hjá teimum bláu.

Liverpool fingu nakrar kjansir, hóast spælið var nakað ópolerað hjá báðum liðnum. Tá ein góði tími var spældur, kannaði VAR fyri møguligt brotsspark. Kontaktin leikaranna millum var har, men dómarin Craig Pawson, metti tað ikki vera revsivert. Stutt aftaná, var aftur brotssparksdrama. Her valdi dómarin at kanna brotið í VAR-skerminum og dømdi síðani brotsspark fyri ólógligt hondbóltsbrot. Mohamed Salah setti bóltin hegnisliga í netið.

Everton tóktist ikki hava nógv at bjóða uppá eftir hetta. Eftir nakrar VAR støður, er nokkso vanligt, at nógv eykatíð er. Í dag vórðu spældir meir enn 10 minuttir yvir vanliga leiktíð. Í 98. minutti, eftir væl tilrættislagt skjótálop frá uruguyanska álopsleikaranum, Darwin Nunez, megnaði Mohamed Salah aftur at gera seg galdandi. Hann skoraði til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Við dystarlok hevði Liverpool FC 77% av spælinum og Everton 23%. Liverpool liggja nummar tvey í Premier League, meðan Everton liggja nummar 16. Everton vann seinast á Liverpool í 2021.