Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hálvtíðarprofesionellir fótbóltsleikarir úr Klaksvík

UEFA hevur havt eitt filmslið í hølunum á Jákupi B. Andreasen, í samband við evropeiska ævintýra hjá meistaraliðnum úr Klaksvík. Tað verður sett ljós á hálvtíðarprofesionellar fótbóltsleikarar og yrkislív teirra

KÍ skrivar soleiðis á heimasíðu felagsins:

UEFA Europa Show er eitt sjónvarpsfótbóltsmagasin, sum ger søgur burtur úr liðum, sum hava spælt seg í bólkaspølini í evropeisku kappingunum, og søgan um KÍ úr Klaksvík er ikki farin aftur við borðinum.

Í vikuni upp undir heimadystin móti Lille fylgdi eitt sjónvarpslið Jákupi B. Andreasen og liðnum, og burtur úr tilfarinum kom hetta flotta innslagið upp á 17 minuttir.

Her verður søgan um føroyskar hálvprofessionellar fótbóltsspælarar søgd, og við í innslagnum eru liðskiparin, pápi hansara, venjarin og formaðurin. Men hetta er eisini ein mynda- og tónleikalig søga um eitt land í Norðuratlanshavi, sum hugtekur øll – og var hon tað ikki longu frammanundan, so er søgan um KÍ nú farin um alt Evropa –  pakkað inn í hesar flottu 17 minuttirnar.