Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hizbollah: – Ísrael skal rinda høgan prís, um teir fara inn í Gaza

At síggja til, er kríggið millum Ísrael og Hamas langt frá liðugt. Báðir partar vænta seg at vinna stríðið um landsrættin. Millum annað danski miðilin, B.T., hevur tíma-fyri-tíma dagføringar. Her er tað nýggjasta

Ísraelska verjuverkið (IDF) hevur í kvøld fleiri ferðir melda út, at tað ætlar inn í Gaza at útrudda yvirgangsbólkin Hamas. Hetta sigur stjórin í verjuverkinum í Ísrael (IDF), Herzi Halevi, við ovastu rók í verjuverkinum. Teir ynskja eina professionella og operationella missión, ið hevur til endamáls at oyðileggja Hamas, alt sum tað er. Hetta sigur hann í viðmerking til CNN.

Nøkur dronuálop hava verið í suðurendanum í Libanon, har rakettir og missilir frá Hizbollah militsuni í Libanon hava rakt dronurnar niður.

Hetta hevur fingið varaleiðaran í Hizbollah at hoppa upp úr stólinum. – Halda til veruliga, at um tit royna at knúsa mótstøðuna úr Palestina, at aðrar mótstøðukreftir í nærumhvørvinum, ikki fara at svara aftur? spyr varaleiðarin í Hizbollah, Sheikh Naim Kassem, í eini talu í dag, til jarðarferðina hjá einum Hizbollah kríggjara.

Sheikh Naim Kassem sigur, at hann er vísur í, at teir fara at fáa góð úrslit. Hetta sigur hann til somu jarðarferðina og verður hetta rapporterað av fleiri miðlum í økinum.