Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lagnudagur í Betri deildini hjá monnum

Í dag er ein ótrúliga spennandi dagur fyri føroyskan mansfótbólt. Vit fara helst at síggja hvussu kappingin í stóran mun fer at enda

Næst seinasta umfar hjá monnum verður brígslað í gongd klokkan 15:00 í dag. Klaksvíkar Ítróttarfelag eru longu krýndir meistarar, men nú fara vit at fáa sterkar ábendingar um, hvussu endin man fara at verða. Um evropeiskan fótbólt, um niðurflyting, um yvirliving og mangt annað.

Allir dystir eru settir at byrja í senn, klokkan 15:00.

Hetta eru dystirnir og dómarir í dagsins dystum:
B36 – KÍ, á Ovara Vølli. Dómari: Alex Troleis
HB – 07 Vestur, á Tórsvølli. Dómari: Eiler Rasmussen
B68 – AB, á Svangaskarði. Dómari: Bjarki Danielsen
Víkingur – EB/Streymur, í Sarpugerði. Dómari: Rúni Olsen
ÍF – TB, í Fløtugerði. Dómari: Kári J. á Høvdanum


Soleiðis sær støðan út í Betri deildini hjá monnum, áðrenn umfarið í dag verður leikt. Talvan er tikin frá Marna Mortensen, FaroeSoccer.

Nr.LiðDVJTVMTMMMS
12521316517+4866
2B362518255224+2856
3Víkingur2517356622+4454
4HB2516456523+4252
507 Vestur25114104139+237
6EB/Streymur2574142544-1925
7B682549122746-1921
8TB2544171559-4416
9ÍF2551192267-4516
10AB2542192259-3714