Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

360 marathon uppá 240 dagar

Tað er nú yvir eitt ár síðani, at 26 ára gamli bretin, Russell Cook, eisini sjálvnevndur 'The Hardest Geezer', setti sær fyri at renna alla longdina av Afrika. Hann hevur verið í gongd í eitt hálvt ár nú, har hann hevur runnið hvønn dag, uttan dagalangar steðgir

26 ára gamli bretin, Russell Cook, hevur sligið nógv óhoyrd met. Hann eigur heimsmet í skjótasta marathoni, har hann hevur drigið ein bil aftaná sær. Hann hevur runnið fleiri marathon upp og niður eftir trappum, í gistingarhúsum í Onglandi. Nú er hann í holt við at gerast fyrsti persónur, ið rennur fullu longdina av Afrika.

Frá sunnasta punkti í Afrika, til tað norðasta, eru meir enn 15.000 kilometrar. Upprunaliga málið hjá Russ var at renna tað uppá 240 dagar. Tað svarar til, at hann skal renna 360 marathon uppá 240 dagar. Gjøgnum 16 ymisk lond. Men avbjóðingarnar eru ikki heilt lættar.

Fíggjarligi parturin er sera tungur. Við sær hevur hann eitt miðlatoymi, sum eisini virkar sum fyrstuhjálparar umframt logistikkfólk. Teir koyra í einum vøruvogni, ið fleiri ferðir er vorðin álopin. Teir hava eisini uppliva, at høvuðspersónur, sjálvur Russ, er hildin sum gíðsli av yvirgangsmonnum. Tað hevur tó ikki megna at steðga honum.

Í vikuni náddi hann til Nigeria. Í dag er dagur 184 á leiðini. Seinastu tríggjar dagarnir hevur hann runnið ávikavist 60,7 kilometrar, 55 kilometrar og í gjár, við komu til Nigeria, 20,1 kilometrar.

Russ sigur á síni Instagramsíðu, @hardest geezer, at hetta hevur verið nógv harðari, vandamiklari og dýrari, enn hann nakrantíð hevði væntað. Hann leggur nærum dagliga myndir og frásagnir út. Tað er tó ikki bara fyri at fáa enn eitt Guinness World met, men eisini fyri at innsavna pening til vælgerandi endamál, at hann er í holt við hesa svøku avbjóðing.